Handil Sjóndepilin

Handil Sjóndepilin Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Handil Sjóndepilin, Shopping og detailhandel, Traðabrekka 1, Tórshavn.

Mangla tit onkrar jólagávur enn? 😊 kom inn á gólvið í Sjóndeplinum á Traðarbrekku 1 í Tórshavn og hygg🌲⛄️❤️Hettar er síð...
15/12/2025

Mangla tit onkrar jólagávur enn? 😊 kom inn á gólvið í Sjóndeplinum á Traðarbrekku 1 í Tórshavn og hygg🌲⛄️❤️
Hettar er síðsta vikan vit hava opið áðrenn jól:
Mánadag: 9.00 - 16.00
Týsdag: 9.00 - 13.00
Mikudag: 9.00 - 16.00
Hósdag: 9.00 - 16.00
Fríggjadag: stongt

So er handilin við at verða jólaklárur🎄
12/11/2025

So er handilin við at verða jólaklárur🎄

08/07/2025

Handilin er stongdur inntil 11.august. Vit ynskja øllum eina góða summarfrítíð. 🤗

Nú hava vit aftur gjørt nakrar pakkar av bindifrámerkjum. 5 stk. Eru í hvørjum pakka. Pakkarnir kosta 50kr.
01/07/2025

Nú hava vit aftur gjørt nakrar pakkar av bindifrámerkjum. 5 stk. Eru í hvørjum pakka. Pakkarnir kosta 50kr.

Farnu viku tøvdu vit pútur – fyri ein sjónveikan ella blindan persón er hetta krevjandi, men kortini gevandi og stuttlig...
24/06/2025

Farnu viku tøvdu vit pútur – fyri ein sjónveikan ella blindan persón er hetta krevjandi, men kortini gevandi og stuttligt.
Ein lítil frágreiðing um tøviarbeiðið er niðanfyri:

Tøving byrjar við, at ull verður løgd upp til pútu. Hetta skal gerast væl, so pútan verður jøvn og tekur væl við tøvingini.

Síðani fer sjálv tøvingin í gongd. Stores verður lagt omaná ullina, og vit byrja at kela spakuliga omaná storesinum. Hetta hjálpir við at tøva yvirflatuna saman, uttan at ullin klumpast. Eftir ein hálvan til ein tíma kann storesið takast burtur, og vit halda fram við tøvingini – nú við meiri styrki, tí ullin er nú farin at hanga saman.

Vit tøva, inntil pútan er føst og vit eru nøgd við úrslitið, hetta kann taka alt frá tveimum til tríggjar tímar. Síðani verður pútan vaskað, sentrifugerað og pressað.

Tað er altíð spennandi at síggja, hvussu mynstrið, vit hava gjørt í pútuna, kemur til sjóndar eftir tøvingina.

Púturnar kosta 195kr. Vælkomin inn á gólvið, um tú kundi hugsað tær at keypt eina.

⚽️🥶 KALT Á VØLLINUM? Vit hava loysnina! 🐑💛💙🖤Tú kennir tað óiva væl: tú situr og heldur við tínum liði, men tað er kavaka...
19/06/2025

⚽️🥶 KALT Á VØLLINUM? Vit hava loysnina! 🐑💛💙🖤

Tú kennir tað óiva væl: tú situr og heldur við tínum liði, men tað er kavakalt undir afturpartinum! 🧊🙈
Tað er tá, tað er gott at hava eina tøvda fótbóltspútu úr føroyskari ull🐏

Kaldar føtur? Vit hava skóleistar og bretti at hanga skóleistarnar á.
27/03/2025

Kaldar føtur? Vit hava skóleistar og bretti at hanga skóleistarnar á.

Vit evna nógv flott ting úr horni, á verkstaðnum á Traðabrekku. Her kemur ein lítil frásøga um gongdina at evna hesi tin...
07/03/2025

Vit evna nógv flott ting úr horni, á verkstaðnum á Traðabrekku. Her kemur ein lítil frásøga um gongdina at evna hesi tingini.

Tíðarskeiðið frá tí at eitt horn kemur í hondina á einum sjónveikum á Traðabrekku, til tað liggur sum liðug vøra í handlinum, kann vera millum tvær og fýra vikur, alt eftir støddini á tí, sum verður arbeitt við.

Fyrsta arbeiðsgongdin er at pussa hornini við korn 60, sum er tann drúgvasti parturin og kann taka frá 4 til 10 dagar. Tá hornini eru gjørd sløtt, verður arbeitt víðari við fínari kornstøddum í hesari røð: 100, 240, 400, 600, 800, 1000 og til seinast 1200.

Tá pussingin er liðug, verður polerað við voksi fyri at fáa endaliga glansin.

Endiliga er eitt sindur av vøru í handlinum aftur 🙌🏻Vit hava bundið lekkrar vestar, vit hava tøvt pútur og bundið skólei...
04/03/2025

Endiliga er eitt sindur av vøru í handlinum aftur 🙌🏻

Vit hava bundið lekkrar vestar, vit hava tøvt pútur og bundið skóleistar.
Eisini hava vit stokkalokkar/frámerki, goggara, vovið fyriklæði og turruklæði og nógv annað.
Vælkomin á gátt 😊

Stokkalokkar. 5 stk. í hvørjum pakka. 50 kr. fyri pakkan.
14/01/2025

Stokkalokkar.
5 stk. í hvørjum pakka.
50 kr. fyri pakkan.

Hesi hundateppini eru á útsølu fyri 1/2 prís. 70kr. Stk
08/01/2025

Hesi hundateppini eru á útsølu fyri 1/2 prís. 70kr. Stk

18/12/2024

❤ Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár ❤
Vit fara í jólaferiu hósdagin 19.des. kl. 13
Vit lata upp aftur 6. jan. kl. 9 :D

Send a message to learn more

Adresse

Traðabrekka 1
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00

Telefon

+298318224

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Handil Sjóndepilin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Handil Sjóndepilin:

Genveje

Del