11/06/2026
Tú hevur kanska lisið um System Cleaners á okkara síðum áður. Men, hvørji eru System Cleaners?
System Cleaners framleiða lágtrýst anlegg til matvøruídnaðin kring allan heim. Fyri at tryggja okkara kundum bestu loysnirnar, krevst ikki bara góð evnafrøði frá Kemilux, men eisini tól, sum virka hvørja ferð.
Vit hava eitt tætt og gott samstarv við System Cleaners, og tú hevur kanska hitt Brian og Preben (á myndini) á Atlantic Fair í Klaksvík? Teirra vitan og professionalisma ger, at vit kunnu veita eina tænastu í heimsflokki til okkara føroysku kundar.
𝐻𝑣𝑎𝑡 𝑒𝑟 𝑛𝑦́𝑡𝑡?
Í løtuni fyllir nýggja Evo-røðin nógv:
- S1 & S2 Evo: Hetta eru kompaktar satellit støðir til manuella reingerð. Hóast tær eru smáar, eru tær sera effektivar, brúka minni vatn og minka um slit á framleiðsluútgerðina.
- MM Evo: Vit kunnu nú eisini bjóða eina mobila loysn á hjólum. Hetta er ideelt til størri økir, har tú hevur brúk fyri fleksibiliteti, so tú kanst taka alla reingerðarmegina við tær hagar, tørvurin er.
Við loysnum frá System Cleaners minkar tú um vatnnýtsluna, styttir um reingerðartíðina og tryggjar eitt reint og trygt arbeiðsumhvørvi.
Hevur tú tørv á ráðgeving til tína framleiðslu? Set teg í samband við okkum á Kemilux, so finna vit røttu loysnina saman við Brian og Preben.
https://kemilux.fo/
https://systemcleaners.com/