LM Electric

LM Electric LM Electric er ein fyritøka, sum veitir EL-tænastur. Fyri okkum er ongin EL uppgáva ov lítil og eisini átaka vit okkum stór arbeiði og verkætlanir.

EL innleggingar:

Virksemi fevnir sera vítt, heilt frá smáum umvælingum til stórar bygningar, so sum Norðurlandahúsið, Hotel Føroyar, Bank Nordik, Skúladepilin í Marknagilið v.m.

- Vanligar innleggingar
- Intelligentar innleggingar (IBI)
- Ídnaðar innleggingar
- Ljósanlegg
- Talvuanlegg
- Ex. innleggingar
- Neyð- og panikljós
- Telefon- og EDV-net
- Stýring og eftiransing (CTS/SRO)

Eftirlits- og

ávaringarskipanir:

Eldur, innbrot og líknandi kunnu gera óbøtandi skaða. Tí meta vit at eftirlits- og ávaringarskipanir eru neyðugar fyri at tryggja seg í móti hesum. Við útbúgving og góðkenning frá "Brunaumsjón Landsins", og í samstarvi við altjóða veitaran Siemens Cerberus bjóða vit dygdargóðar eftirlits- og ávaringarskipanir. Vit hava allar týðandi eykalutir á goymslu. Starvsfólkini hjá okkum eru reguliga á skeiðum hjá eitt nú Siemens.

- Brunaávaring (ABA og ABDL)
- Tjóvaríávaring (AIA og SPC)
- Sjónvarpseftirlit (ITV)
- Hurðaeftirlit (ADK)
- PLC stýringar - bæði á landi og umborð á skipum. Neystreymsskipanir:

Dieselgenerator og ein No-break skipan tryggjar tær el veiting tá brek er á SEV veitingini. Sum "High Power Partner" hjá altjóða veitara innan neyðstreymskipanir APC, hava vit væl útbúgvin starvsfólk sum reguliga eru á skeiðum. Saman við APC bjóða vit tær eina 1. floks eftirlits- og viðlíkahaldsavtalu, umfatandi eina goymslu av øllum týðandi eykalutum.

- Dieselgeneratorar
- No-break skipanir

Hvítvøruverkstaðið:

Á hvítvøruverkstaðnum gera vit mangt og hvat. Stórkøkar/industri:
Uppsetan og umvæling av stórkøkum/industri, ovnar, uppvaskmaskinur, kippannur, kipgrýtir, kabyssir, køliskáp, frystiskáp, køliborð v.m. Av merkjum vit umboða á hesum øki kunnu nevnast: Houno, Ken, Gram, FKI, Jøni v.m. Vit hava eisini eykalutir frá hesum liggjandi á goymslu. Húsarhalds hvítvørur:
Montera og umvæla. Av merkjum vit umboða á hesum øki kunnu nevnast: Asko, Gram, AEG/Electroluc, Voss, Bosch/Siemens, Gorenje, Fisher&Paykel, Liebherr, Thermex v.m. Bil-liftarar:
Uppsetan, umvæling, árligt eftirlit og góðkenning. LM Electric eru góðkendir frá Arbeiðseftirlitinum til Bil-liftarar. Hjartastartarir:

Vit eru umboð hjá Cardia International. Vit selja, umvæla og gera eftirlit við hjartastartarum. Eisini kunnu vit veita upplæring, undirvísing v.m. í brúki av hjartastartarum. Hitapumpur Euronom:

Vit umvæla og gera árlig eftirlit í samstarv við Sp/f Hita.

Á hvítvøruverkstaðnum hava vit væl út útbúnar teknikarar við upp til 30 ára starvsroyndum innan øki. Magni Magnussen er leiðari á hvítvøruverkstaðnum.

35 12 88
29 12 88
[email protected]

Døgntænastan:

Tel. 35 12 20 - svarar altíð

Sum lið í okkara kundatænastu hava vit døgntænastu. Vit eru altíð til reiðar, um tørvur er á hjálp um kvøldið, náttina ella heilidagar.

https://www.lme.fo/elinstallatorur-til-lm-electric/
30/07/2023

https://www.lme.fo/elinstallatorur-til-lm-electric/

Søkt verður eftir einum ágrýtnum fólki, ið hevur áhuga, hugflog og initiativ til at vera við til at menna LM Electric. Vit kunnu bjóðaTær eitt fjølbroytt og áhugavert arbeiði. Vit hava uml. 60 fólk í starvi, og kemur tú at taka tær av alskyns uppgávum. Tú fært gott innlit í nó...

LM Electric søkir elinstallatør.
01/06/2023

LM Electric søkir elinstallatør.

Søkt verður eftir einum ágrýtnum fólki, ið hevur áhuga, hugflog og initiativ til at vera við til at menna LM Electric. Vit kunnu bjóðaTær eitt fjølbroytt og áhugavert arbeiði. Vit hava uml. 60 fólk í starvi, og kemur tú at taka tær av alskyns uppgávum. Tú fært gott innlit í nó...

Nýggjur maður í okkara toymi.
23/05/2023

Nýggjur maður í okkara toymi.

Niels stóð í læru sum elektrikari hjá JT Electric á Kambsdali og lærdi seinni til maskinmeistara. Niels hevur serliga arbeitt innan ídnaðin. Tað verið seg alivinnuna, virkir annars umframt skip og bátar. Niels hevur verið verkstaðsleiðari og projektleiðari á stórum verkætlanum, su...

Hevur tú hug at læra til elektrikara? LM Electric søkir í løtuni eftir fleiri røskum lærlingum at byrja skjótast tilberð...
20/01/2023

Hevur tú hug at læra til elektrikara? LM Electric søkir í løtuni eftir fleiri røskum lærlingum at byrja skjótast tilberð.

Søkt verður eftir lærlingum, at byrja skjótast gjørligt. LM Electric er Føroya størsti el-innleggjari. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum, og gevur hetta tær eina fjølbroytta og áhugaverda útbúgving sum elektrikari. Vit eru gott 50 fólk í starvi, og ...

25/12/2022

LM Electric ynskir tykkum øllum eini Gleðilig Jól og eydnuberandi nýggjár. Vit takka fyri gott samstarv í brátt farna árið, við ynski um framhaldandi gott samstarv.

Jentoft Sunnsker - 35 ára starvsdagÍ dag 23. november 2022 hevur Jentoft Sunnsker 35 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric.J...
23/11/2022

Jentoft Sunnsker - 35 ára starvsdag

Í dag 23. november 2022 hevur Jentoft Sunnsker 35 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric.

Jentoft er útbúgvin elektrikari, og hevur hann stóran part av hesum 35 árunum starvast sum servicemaður á verkstaðnum hjá LM Electric

Við sínum langa arbeiðslívi hjá LM er Jentoft eitt av trúgvastu starvsfólkunum í fyritøkuni. Til dagligt er Jentoft ímyndin av serviceverkstaðnum. Jentoft hevur, saman við øðrum, uppbygd eitt servicverkstað, ið dagliga veitir kundum okkara runt alt landið eina sera góða og ábyrgdarfulla tænastu. Við tí stóra kundaskara, ið verkstaðið hevur, hevur hetta alstóran týdning fyri fyritøkuna.

Jentoft er fyrst og fremst ein sera dugnaligur handverkari. Hann er altíð í gongd við okkurt projekt ella kanska fleiri. Hann rokast við el, bilar, húsasmíð og bátar, og tað sum sermerkir alt hetta, sum Jentoft fæst við, er at tað er gjørt til lítar, ordiligt og sera snotiligt.

Við sínum lætta sinni hevur Jentoft stóran týdning fyri trivnaðin í fyritøkuni. Jentoft er altíð til reiðar at hjálpa, og við sínum dugnaskapi og arbeiðssemi hava bæði kundar og starvsfelagar stórt álit á Jentoft. Við 35 ára royndum er hann eisini ein góður stuðul hjá bæði leiðsluni, lærlingum og starvsfeløgum annars.

Vit ynskja Jentoft blíðan byr og hjartaliga tillukku við stóra degnum.

https://www.lme.fo/verkaetlan/mylnan-vid-sundsvegin/
29/10/2022

https://www.lme.fo/verkaetlan/mylnan-vid-sundsvegin/

Verkætlanin LM Electric hevur ráðgevingina umframt el arbeiðstøkuna í nýggju stásiligu Mylnuni, har eisini 5 nýggj læknaviðtaluhølir við øllum hentleikum verða. Hjá LME eru vit glað fyri at kunna, saman við m.ø. Kontrast, Eysturlon og Demich, myndað hesa verkætlan. Mylnan flytir...

Í gjár var prógvhandan á Glasir fyri lærlingar í hava veri uppi í sveinaroyndini. 3 tríggir lærlingar hjá LM Electric fi...
24/06/2022

Í gjár var prógvhandan á Glasir fyri lærlingar í hava veri uppi í sveinaroyndini. 3 tríggir lærlingar hjá LM Electric fingu handa prógv, Áki, Kristian Sigurd og Markus.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við próvnum. 🇫🇴💐

Hug at koma í læru hjá okkum? Vit søkja eftir lærlingum at byrja skjótast tilberð.
19/05/2022

Hug at koma í læru hjá okkum? Vit søkja eftir lærlingum at byrja skjótast tilberð.

12/05/2022

LM ELECTRIC LUTTEKUR Á ATLANTIC FAIR Í DØGUNUM 17-19 MAI

Vitja okkum á bási B-150, og hoyr nærri um neyðstreymskipanir, generatorar, dali ljósstýringar v.m.

Vit koma at hava serfrøðingar frá APC Schneider sum eru førandi innanfyri UPS / Neyðstreymskipanir í Evropa.
Generator Service Syd (GSS) vera eisini við og eru teir okkara veitari av generatorum í Føroyum.
Umboð frá Vanpee koma at greiða frá øllum alskins møguleikum við ljósstýringum til Helvar / Dali.

Verið vælkomin forbí til eitt spennandi prát um møguleikar og loynsir.

Adresse

Hoyvíksvegur 53
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:00 - 17:00
Tirsdag 08:00 - 17:00
Onsdag 08:00 - 17:00
Torsdag 08:00 - 17:00
Fredag 08:00 - 17:00

Telefon

+298351220

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når LM Electric sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til LM Electric:

Del