06/05/2026
🥳👰🏽♀️💍BRYLLUPSGÆSTERNE💍👰🏽♀️🥳
Phoebe Stone er í fínum kjóla og er gestur á einum fínum gistingarhúsi. Hon er einasamøll, nýliga fráskild, og tað gongur illa til arbeiðis. Alt gongur illa og tískil hevur hon gjørt av at hon ætlar at hava eitt fínt kvøld á hesum gistingarhúsinum, áðrenn hon fer taka lívið av sær.
Tá Phoebe kemur til Cornwall Inn, varnast hon, at hon er einasti gestur, sum ikki er har sum gestur í einum ovurstórum brúdleypi. Brúðurin, Lila, hevur fyrireikað sítt brúdleyp niður í minstu detalju - burtursæð frá Phoebe. Men Lila ætlar ikki at lata hesa syrgiligu kvinnu oyðileggja brúdleypsvikuna. Ætlaninar hjá báðum kvinnum verða avbjóðaðar og eitt óvæntað vinarlag byrjar at spretta🥹
'Bryllupsgæsterne' vann Goodreads Choice Awards í 2024 og hevur fingið serstakliga góð ummæli. Bókin er stuttlig, rørandi, tankavekjandi og alt í alt bara ein ómetaliga góð lesiuppliving🤩♥️
'Bryllupsgæsterne' er júst komin út á donskum og kann keypast bæði á donskum og enskum í Rit og Rák og á heimasíðu okkara: https://www.ritograk.fo/product/bryllupsgaesterne-3439720
0