Dugni Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá b juli 2012.

Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. Endamálið hjá Dugna er millum annað at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunna fara til arbeiðis. Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, hav

a tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum. Dugni hevur einki tilboð fyri fólk við menningartarni, og tilboðini eru fyri fólk yvir 18 ár og í vinnuførum aldri. Dugni hevur 3 deildir verkstaðirnar á Hjalla, skúlan við Áir og verkstaðirnar á Kambsdali. Starvsfólkið á Dugna hevur annaðhvørt útbúgving ella royndir sum pedagogur, lærari, handverkari, so sum snikkari ella kokkur, vaskifólk og annað. Dugni hevur uml. 50 næmingar í endurbúgving og 40 arbeiðsfólk í tillagaðum størvum.

18/06/2026
https://dugni.fo/news/449/nordplus
30/03/2026

https://dugni.fo/news/449/nordplus

Hesa vikuna hava vit havt vitjan úr Íslandi í samband við eina NordPlus verkætlan. Vit hava uppliva nógv saman, líka frá at rógva jollu í Norðoyatunlinum t…

27/03/2026

Tinghúsini í Klaksvík og á Hjalla eru stongd í stillu viku. Latið verður upp aftur týsdagin 7. apríl kl 12.30

Dugni søkir deildarleiðara til deildina á Kambsdali/Klaksvík
19/03/2026

Dugni søkir deildarleiðara til deildina á Kambsdali/Klaksvík

Kundi tú hugsað tær at ment arbeiðsførleikarnar hjá fólki? Dugni søkir eftir einum framskygdum og sterkum deildarleiðara til deildina hjá Dugna á Kambsdal…

Vegna skeiðsvirksemi hava Tinghúsini á Hjalla og í Klaksvík stongt í dag
18/02/2026

Vegna skeiðsvirksemi hava Tinghúsini á Hjalla og í Klaksvík stongt í dag

Vegna skeiðsvirksemi hava Tinghúsini á Hjalla og í Klaksvík stongt í dag. Opið er aftur í morgin

Í skúlanum við Áir hevur tú møguleika at taka 9. floks prógv og harvið fara víðari í skúla ella í læru
17/02/2026

Í skúlanum við Áir hevur tú møguleika at taka 9. floks prógv og harvið fara víðari í skúla ella í læru

Ert tú yvir 18 ár og hevur tørv á 9. floks prógvi - ella hevur tørv á at betra títt 9. floks prógv, ert tú vælkomin at søkja inn á skúlan. Møguleiki er a…

18/01/2026

Starvsfólk til køkin á Dugna á Hjalla

Ynskir tú at gera mun, og at stuðla fólki í at fáa tættari tilknýti til føroyska

arbeiðsmarknaðin? Og kundi tú hugsað tær at gjørt hetta við at skipað fyri arbeiðsvenjing innan køks- og kafévirksemi? So er hetta starvið møguliga nakað fyri teg.

Dugni á Hjalla søkir eftir starvsfólki til at arbeiða hálva tíð í køkinum og í Kaffikrókinum.

Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál er at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og skúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknað og/ella
undirvísingarstovnar. Visjónin hjá Dugna er, at “øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu verða stuðlað víðari út í arbeiði, útbúgving ella hóskandi tiltak”.

Á deildini á Hjalla verður skipað fyri arbeiðsvenjing í endurnýtsluhandli, træverkstaði, skapandi verkstaði, køki og Kaffikróki. Kaffikrókurin virkar fyrrapartar sum savningar- og
matarstað hjá fólki á stovninum, og seinnapartar er opið fyri almenninginum.

Sum starvsfólk í køkinum og í Kaffikrókinum kemur tú at hava ábyrgd av menningini og trivnaðinum hjá teimum, ið vit varða av. Og í tøttum samstarvi við leiðara og starvsfólkahóp kemur tú at tilrættisleggja arbeiðsvenjing innan matgerð, føðslu, reingerð, borðreiðing, kundatænastu o.a. Umframt hetta eru førleikametingar, samrøður og stuðul út á arbeiðsmarknaðin týðandi partar av arbeiðinum.

Vit søkja eftir starvsfólki, ið:

• hevur sosialfakliga ella námsfrøðiliga útbúgving/royndir, ella útbúgving/royndir innan køksarbeiði

• megnar at fáa onnur við í arbeiðsgongdina, soleiðis at øll fáa brúkt sínar eginleikar á bestan hátt

• hevur lætt við at samskifta við stovnar og fyritøkur, og megnar at stuðla fólki víðari út í arbeiði, útbúgving ella hóskandi tiltak

• megnar at møta menniskjum í eygnahædd - við ró, virðing og tolsemi

• er skipað, og megnar at arbeiða sjálvstøðugt

• dugir væl at orða seg munnliga og skrivliga

• tolir broytingar, og megnar skiftandi arbeiðsuppgávur

• er áhugað í burðardyggari matgerð og gagnnýtslu av rávørum

• dugir væl at samstarva, og sær seg sum ein týðandi part av øllum arbeiðinum hjá Dugna

Vit bjóða:

• ein gerandisdag saman við dugnaligum starvsfelagum, ið hvønn dag gera sítt til at geva fólki nýggjar møguleikar og størri tilknýti til arbeiðsmarknaðin

• eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi í støðugari menning

• tvørfakligt samstarv ímillum deildirnar hjá Dugna kring landið• ein gerandisdag í kreativum og skapandi umhvørvi

• møguleikar fyri fakligari menning

Umsóknir við prógvi og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. jan.

Umsóknin skal sendast til – dugni(at)dugni.fo

Byrjanardagur er 1. mars ella skjótast gjørligt.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Ynskir tú nærri kunning um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við

Barbaru Hilduberg, deildarleiðara, á tel. 292974 ella á teldupost [email protected]

Adresse

á Hjalla 7
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Tirsdag 12:30 - 16:00
Onsdag 12:30 - 16:00
Torsdag 12:30 - 16:00
Fredag 12:30 - 16:00

Telefon

+298350070

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Dugni sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Dugni:

Genveje

Del