19/01/2026
Bindidagføring 🌸
Eg eeeeelski snarmynstur, men eg havi ikki bundið serliga nógvar troyggjur við snar. Tað er heilt sikkurt nakað, sum eg tími væl at binda meira av. Tað er so flott, ofta skal ikki so nógv til fyri at eitt vakurt mynstur tekur skap.
Altso tað er ikki so innvikla, men tol skal til. Tann fyrsta snartroyggjan sum eg bant, bleiv soleiðis av tilvild. Og av tilvild endaði tað væl. Ella kanska rættari sagt, tilvild og at rekja upp. Nú er troyggjan slitin og væl brúkt. Hvør veit um ein slík kemur av stokkunum í 2026.
Apropo snar, var tað eisini einaferð eitt turriklæði, sum bleiv sniðgivið av dugnaligu Gudny Vang 🩷Hon hevur sanneliga sans fyri snar og stokkum.
Tað kann eisini verða at eg verði mettað av tí bláu troyggjuni, sum er á stokkunum nú. Hon er ikki so tilvildarlig, men sett saman av snar og mynstrum sum mær dámar og fella í tað siðbundnu snartroyggjusjangruna. Hon hevur eitt twist, sum tit fara at síggja, um hon blívur liðug. Hon er eisini rikin upp og bundin fleiri ferð. Tað er helst ein partur av at binda.
Man angrar bara tað sum man ikki rekur upp, isjesannheit. 😆