Búrhandilin

Búrhandilin Búrhandilin er elsti handil á Sandoynni. Lat upp longu í 1856. Vit eru ein partur av Samkeyp ketuni.

Her á síðuni verður lýst við:

Tilboðum
Broytingar í upp og afturlatingartíðum
Tiltøkum
Boðum til viðskiftafólk okkara

Posthúsið hevur opið
Mánadag til Fríggjadag
09:00 til 17:00

Kæru øll somul,Hjartans tøkk fyri allar heilsanir, blómur, gávur og góð orð í samband við 170 ára føðingardagin. Tað hev...
13/05/2026

Kæru øll somul,

Hjartans tøkk fyri allar heilsanir, blómur, gávur og góð orð í samband við 170 ára føðingardagin.

Tað hevur verið ein stór gleði at kenna allan tann hita og umsorgan, sum tit hava sýnt mær.
Serliga vilja vit takka tykkum, ið hava ringt, sent boð og ikki minst tykkum, sum komu inn á gólvið og gjørdu dagin so hugnaligan og minniligan.
Tað var hjartanemandi at síggja so nógv góð andlit savnað.

Vit eru djúpt takksom fyri tykkara stuðul gjøgnum árini, og goyma vit hendan dagin sum eitt dýrabart minni.

Guds signing yvir tykkum øll og Búrhandilin.

Við hjartans tøkk og bestu heilsan,

Vinarliga.
Karin og Kristoffer.

Hurraaa hurraa 🇫🇴🥳Í dag fylli eg 170 ár 😍 Vit bjóða øllum hjartaliga vælkomnum at hátíðarhalda dagin saman við okkum.Frá...
13/05/2026

Hurraaa hurraa 🇫🇴🥳
Í dag fylli eg 170 ár 😍

Vit bjóða øllum hjartaliga vælkomnum at hátíðarhalda dagin saman við okkum.

Frá kl.14.00 til 19.00 bjóða vit kaffi/the, lagkøku og okkurt gott til børnini.

Verið hjartaliga vælkomin.
Vit gleða okkum at sýggja tykkum💞

13/05/2026

- Fólkið her hevur altíð stuðlað handlinum, og tað er orsøkin, at handilin hevur verið í so nógv ár, sigur Kristoffer Poulsen, sum eigur og rekur Búrhandilin

Búrhandilin 170 ár! 🥳Fyrireikingarnar eru av álvara í gongd. Reyða teppið liggur klárt! Vit gleða okkum at síggja tykkum...
12/05/2026

Búrhandilin 170 ár! 🥳Fyrireikingarnar eru av álvara í gongd. Reyða teppið liggur klárt! Vit gleða okkum at síggja tykkum í morgin

12/05/2026
07/05/2026

BÚRHANDILIN FYLLIR 170 ÁR 🎂 🇫🇴

13. mai 2026 fyllir Búrhandilin í Skopun 170 ár. Búrhandilin hevur verið ein trúfastur partur av bygdarlívinum í Skopun øll hesi árini. Søgan gongur heilt aftur til 1856, og síðan tá er handilin gingin í arv. Í dag er tað Kristoffer Poulsen sum eigur og rekur handilin saman við Karin Norðberg Eið. Sostatt er tað fimta ættarliðið, sum nú rekur handilin.

NATÚRLIGT SAVNINGARSTAÐ
Øll hesi árini hevur Búrhandilin verið nógv meira enn bara eitt stað at fara til handils. Hann hevur verið eitt natúrligt savningarstað, har fólk hittast, práta og fylgja við í tí, sum gongur fyri seg í bygdini, á oynni og kring landið. Her verða bæði stór og smá mál umrødd, og nógv av tí, sum fyllir í gerandisdegnum, fær sítt pláss í einum práti yvir diskin.

NÝGGJAR AVBJÓÐINGAR VIÐ SANDOYARTUNLINUM
Men tíðirnar broytast. Tá Sandoyartunnilin kom, gjørdist tað lættari hjá fólki at leita sær til Havnar at keypa, og tað hevur givið nýggjar avbjóðingar. Kortini er tørvurin á einum bygdarhandli framvegis stórur, serliga fyri tey, sum ikki hava møguleika at ferðast langt. Eldra ættarliðið setur stóran prís upp á hendan møguleikan.

TÆNIR FLEIRI OYGGJUM
Samstundis røkkur handilin víða. Fólk úr grannabygdum og eisini úr oyggjum sum Hesti og Skúvoy venda sær til Búrhandilin. Tað vísir, hvussu nógv hann merkir – ikki bara fyri bygdina, men fyri eitt størri øki.

Búrhandilin er sostatt ikki bara ein handil, men ein trygd fyri oyggjarfólkið. Og vónin er, at onkur fer at taka við, so søgan kann halda fram.

30/04/2026

Vit spæla Gekk í kvøld, hóskvøld, klokkan 19.40 🤩 eingin Gekkur í morgin, dýra biðidag.

Gekkurin er 1,3 milliónir krónur 💸💸

Adresse

Tormansvegur 14
Skopun
240

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 19:00
Tirsdag 09:00 - 19:00
Onsdag 09:00 - 19:00
Torsdag 09:00 - 19:00
Fredag 09:00 - 19:00
Lørdag 10:00 - 19:00
Søndag 16:00 - 19:00

Telefon

+298361519

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Búrhandilin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Búrhandilin:

Del