Samtak

Samtak Samtak er kunningaramboð, har fólk eitt nú kunna leita sær vitan um sáttmálar, rættindi sum heild, um

Samtak vendir sær fyrst og fremst til limirnar, men eisini almenningin sum heild, so umstøðurnar hjá limum í fakfeløgum fáa størri rúmd í almenna rúminum.
Í løtuni mynda Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Samtak, men ætlanin er at fáa fleiri fakfeløg við í samstarvið. Samtak stuðlar undir verandi virksemi hjá fakfeløgunum og virkar í høvuðsheitum á yvirskipaðum stigi.

⛔️IKKI GERA VERKFALSRAKT ARBEIÐI!⛔️Ein rúgva av fakfeløgum hava heitt á sínar limir um ikki at gera verkfalsrakt arbeiði...
18/05/2024

⛔️IKKI GERA VERKFALSRAKT ARBEIÐI!⛔️

Ein rúgva av fakfeløgum hava heitt á sínar limir um ikki at gera verkfalsrakt arbeiði. Millum feløgini eru øll handverkarafeløgini, pedagogarnir, maskinmeistararnir, fiskimannafelagið, skipara- og navigatørfelagið, starvsfelagið, sjúkrarøktarfrøðingarnir, heilsuhjálparar og heilsurøktarar.

HVAT ER VERKFALSRAKT ARBEIÐI?
Verkfalsrakt arbeiði fevnir til dømis um alla reingerð, arbeiðsfólk á fiska-, uppisjóvar- og alivirkjum, arbeiðsfólk í byggivinnu, bussførarar, lossing og landing, jørð- og betongarbeiði, reinhald og ruskinnsavnan, rottangabilaførarar, lastbila-, trailara- og tangabilaførarar, veg og asfaltarbeiðarar, havna- og tunnilsarbeiðarar, heilsølu- og lagurarbeiðarar, hotell- og matstovuvinna, arbeiðsfólk hjá landi og kommunum, vaskfólk hjá landi og kommunum uttanfyri havnina o.m.a.

Verður tú sum løntakari biðin um at gera verkfalsrakt arbeiði skalt tú nokta hesum, tí tað er ikki títt øki.

Er nakað tú ivast í, set teg so í samband við títt fakfelag ella eitt av feløgunum, sum eru í verkfalli!

Klaksvíkar sjúkrahús hevur fingið undantaksloyvi til ALT tey hava biðið um. Er talan um skert virksemi, er tað ikki av t...
17/05/2024

Klaksvíkar sjúkrahús hevur fingið undantaksloyvi til ALT tey hava biðið um. Er talan um skert virksemi, er tað ikki av tí at fakfeløg hava noktað virksemi!

Sjúkrahúsið hevur biðið um undantøk fyri at tryggja minsta tørvin í køkinum og reingerðini

TAKK FYRI OG GÓÐA VAKT💪Vit vilja takka øllum tykkum mongu verkafólkum, sum hava staðið vakt um alt landið í dag💙Og fara ...
15/05/2024

TAKK FYRI OG GÓÐA VAKT💪

Vit vilja takka øllum tykkum mongu verkafólkum, sum hava staðið vakt um alt landið í dag💙

Og fara at ynskja tykkum, sum hava loyst av nú á midnátt eina góða vakt💙

Saman standa vit sterk!💪

14/05/2024

Arbeitt verður við at avgreiða umbønir um undantak.

MEÐAN RANDI KOYRIR MAT ÚT, FER LØGTINGIÐ Í JÓLAFRÍNú kemur handa konan, sum plagar at geva okkum mat. Soleiðis fortelur ...
18/12/2023

MEÐAN RANDI KOYRIR MAT ÚT, FER LØGTINGIÐ Í JÓLAFRÍ

Nú kemur handa konan, sum plagar at geva okkum mat. Soleiðis fortelur Randi Waag Jacobsen í tíðindinum í KVF at børninum siga, tá hon kemur við mati til familjuna, sum er so fíggjarliga sperd, at familjan ikki eigur fyri mat.

Støðan hjá hesum børnum átti at verið eitt uppróp til okkum øll um, at soleiðis eigur ongin at liva í einum so ríkum samfelag sum okkara.

Øll tey, sum hjálpa hesum familjum, siga tað sama. Ongantíð fyrr hevur tørvurin á eini hjálpandi hond verið størri enn í ár. Methøgt tal av børnum hava fingið jólahjálp frá Barnabata. Bæði Frelsunarherurin og Reyði Krossur hava í fleiri mánaðir sagt frá vøkstri í eftirspurningi eftir matvøruhjálp.

Tað sær ikki út til at nerva okkara politisku skipan, at gerandisdagurin við methøgum prísvøktri hevur rakt tey við lágum inntøkum ógvuliga meint, og nú stendur so nógv á, at nógv ikki kunnu breyðføða síni børn.

Ístaðin fyri at taka ábyrgd av støðuni og hjálpa hesum familjum verður hækkingin á 750 kr fyri hvørt barn í familjuískoytinum tikin burtur á nýggjárinum. Eisini serstaka hjálparískoytið, sum hesar familjur fingu í ár, fellur burtur í 2024. Tað fer at raka ógvuliga meint, og tað vita tey, sum sita í løgtinginum, men kortini velja tey ikki at gera nakað.

MANGLA MAT
Tað er ikki til at skilja, at hetta verður gjørt, tá vit dag og dagliga síggja neyðarróp á sosialu miðlunum eftir hjálp til mat. Tá peningur ikki røkkur til mat, er undantaksstøða í hesum familjum, og tað má politiska skipanin fyrihalda seg til. Veitingar og lønir røkka ikki til ógvusligu príshækkingarnar, sum hava verið seinastu árini.

Tað, samgongan hevur gjørt við skattaumskipan og lønarlyfti, ger mun hjá summum familjum, men tað loftar ikki nóg væl hjá mongum, og stendur ikki mát við methøga prísvøksturin, sum hevur verið seinastu árini á mati, húsaleigu, rentu, el, olju og bensin. Tað eru eisini nógvar familjur, ið ikki fáa lut í lønarlyfti og skattaumskipan.

Javningin av t.d fyritíðarpensjónini, sum ikki hevur verið hækkað nevnivert í nógv ár, stendur t.d. als ikki mát við prísvøksturin. Tí verður gerandisdagurin hjá hesum 1800 fólkunum framvegis ógvuliga trupul.

VÍÐKIÐ OG BETRI UM FAMILJUÍSKOYTI
Neyðugt er eisini at víðka um, hvør kann fáa familjuískoyti, soleiðis at millumbólkarnir verða loftaðir. Tað eru hesi, sum hvørki fáa lut í hjálparpakkum ella nevnivert í skattalætta. Tað eru inntøkurnar hjá støkum omanfyri 290.000 kr og tað eru inntøkurnar hjá pørum við lægri lønum, sum ikki fáa nevnivert í skattalætta, men heldur ikki fáa lut í orkuískoyti, familjuískoyti ella øðrum ágóðum.

Framvegis eru hundraðtals børn, sum verða eftirlatin og yvirsædd av politisku skipanini. Hjá áleið 300 barnafamiljum verður gerandisdagurin í 2024 fíggjarliga verri, tí hjálparískoytið og hækkaða familjuískoytið fellur burtur. Og tað er ófatiligt, at bæði landsstýrið og samgongumeirilutin í løgtinginum letur standa til við útsagnum um: “vit fara at hyggja eftir tí einaferð, um tað veruliga er so”. TAÐ ER SO, OG ØLL, SUM FÁAST VIÐ SOSIALT ARBEIÐI SÍGGJA TAÐ OG SIGA FRÁ!

Nær rakna tit í løgtinginum og landsstýrinum við? Skulu fleiri familjur leggja síni privatu viðurskifti á blik í Degi og viku, morgunsendingini í KVF, Sosialinum, Dimmu, Norðlýsinum ella øðrum miðlum?

Skulu vit síggja eina fráflyting úr Føroyum?

Hvør er tað í samgonguni, sum forðar fyri at hjálpa fólki í neyð?
Hvørjum bíða tit eftir?

PRIVAT FÓLK HJÁLPA
Tað sum kanska lýsir støðuna best er, at Randi Waag Jacobsen fer at gera sítt til, at ongin situr svangur á jólum, og fer tí alla hesa vikuna at koyra mat út til sperdar familjur, meðan løgtingið fer í jólafrí í dag – vælvitandi um, hvussu vanlukkuliga støðan er hjá nógvum. Tey kundu valt at gjørt sum Randi, og víst hjálpsemi og næstrakærleika við at tryggja, at øll kunnu breyðføða seg og síni.

Má senda eina hjartans tøkk til tey, sum hvønn dag í árinum leggja nógv fyri at hjálpa har neyð er, uttan tykkum hevði støðan verði uppaftur verri hjá nógvum.

Tit gera tað, sum politiska skipanin átti at gjørt, nemliga at vera trygarnet undir teimum, sum av ymiskum orsøkum, hava eina inntøku, sum ikki røkkur til at breyðaføða familjuna.

HVAT KANN GERAST?
Løgtingið kundi í dag gjørt eitt serligt mánaðarligt hjálparískoyti til barnafamiljur, fyritíðarpensjónistar og støk, sum hevði eitt inntøkuloft á eina ella tvær arbeiðaralønir alt eftir um talan var um støk ella pør í húsarhaldinum, og somuleiðis havt eina lagaliga mótrokning í inntøku omanfyri hetta.

Løgtingið kundi í dag longt hækkingina í familjuískoytinum fyri hvørt barnið til eisini at galda komandi ár.

Løgtingið kundi í dag víðkað um skaran av barnafamiljum, sum fáa lut í familjuískoytinum, til bæði støk og pør við lægri lønum – soleiðis at vit lofta børnum, har fíggjarstøðan er sperd.

Løgtingið hevur áður víst, at til ber at handla skjótt. Hetta sóu vit seinast fríggjadagin, tá ið løgtingið legði uppskot fram á tingfundi fyrrapart og hevði 3 tingfundir eyka á degnum, so skannarin í Klaksvík kundi avgreiðast.

Hvat kundi verið glæsiligari hjá einum parlamenti, enn at tryggja sær, at fíggjarliga sperdar barnafamiljur í landinum hava góð kor? Hetta kundi verið best brúkti peningur og íløga á árinum.

Gleðilig jól

Sonja J. Jógvansdóttir, samskipari í Samtak

❗️2076 KR MINNI UM MÁNAÐIN Í 2024❗️Ymiskt er, hvussu skattalættar, stuðulsskipanir og avgjøld raka. Hjá einum hjúnum við...
13/12/2023

❗️2076 KR MINNI UM MÁNAÐIN Í 2024❗️

Ymiskt er, hvussu skattalættar, stuðulsskipanir og avgjøld raka. Hjá einum hjúnum við tveimum børnum, har annar fær hægstu fyritíðarpensjón vegna hættisliga sjúku og hjúnafelagin er vaskifólk á einum skúla verður talan um 2076 kr minni at liva av um mánaðin í 2024 í mun til nú.

Tímalønt vaskifólk á einum fólkaskúla hevur inntøku á 225.395 kr ella 18.762 kr um mánaðin – her er íroknað tímaløn, 12% frítíðarløn og eyka viðbót fyri upp- og niðurvask. Vaskifólkið arbeiðir í 6,5 tíma um dagin í 200 dagar umframt at vikomandi vaskar upp og niður vask í 2 vikur í summarfrítíðini.

Fyritíðarpensjón verður javnað við 3,8%, og fyritíðarpensjónin hjá einum, sum fær hægstu fyritíðarpensjón veksur tí við 488 kr um mánaðin ella 5856 kr í 2024, og barnaviðbótin veksur við 86 kr um mánaðin. Ein giftur fyritíðarpensjónistur fær grundarupphædd, viðbót og avlæmisviðbót hetta er í 2024 13.323 kr um mánaðin í fyritíðarpensjón og 2x1119 kr í barnaviðbót. (Við tað at hjúnafelagin hevur inntøku fær viðkomandi ikki brennistuðul).

Henda familjan fær ikki orkuískoyti, sum var endaliga samtykt 13. desember 2023, tí inntøkan er ov høg.

Orsøkin til at henda familjan hevur minus er:
• Hækkaða familjuískoytið á 750 kr fyri hvørt barn um mánaðin fer úr gildi 31. des. 2023 (Lóg um familjuískoyti § 2.d.)
• Hjálparískoyti á 12.000 kr fer úr gildi (Lóg um familjuískoyti § 2.c og § 8 a. stk 3)
• Skattaumleggingin hevur hægri avgjøld við sær á olju, bensin, diesel og tungolju. Hetta sæst aftur í hægri streym-, olju- og diesel og bensinprísi: Í hesum húskinum verður roknað við miðal nýtslu og eini samlaðari hækking á 225 kr um mánaðin ella 2.700 kr um árið. (Hetta er í samband við orkuavgjøld í skattaumleggingini, og verður galdandi frá 1. Jan. 2024)
• Henda familja skal rinda nakað meir í egingjaldi fyri heilivág. Fyri ein fyritíðarpensjónist verður hetta 28 kr um mánaðin ella 336 kr árliga. Rokna verður ikki við eyka gjaldi til heilivág fyri hjúnafelagan. (Hetta er samtykt í løgtinginum og verður sett í verk 1. jan. 2024)

Henda familjan fær í 2024 skattalætta og fyritíðarpensjón og barnaviðbót verður javnað við 3,8%.

• Skattalættin í 2024 gevur einum við inntøku á 225.395 kr 1224 kr um árið ella 102 kr um mánaðin (skattaumlegging, uppskot er í løgtinginum og verður hetta eftir ætlan galdandi frá 1. jan 2024)
• Fyritíðarpensjónin og barnaviðbótin verður javnað við 3,8% og gevur hetta í alt 488 kr meir um mánaðin í fyritíðarpensjón og tilsamams 86 kr í barnaviðbót.


*At kringvarpsgjaldið helst fer at hækka við 13 kr um mánaðin ella 156 kr um árið er ikki tikið við í roknistykkið (uppskot um hægri kvf-gjald hevur verið til hoyringar)

“Undiritaðu feløg hava heitt á løgtingið um at broyta orkuískoyti, sum kemur til 3. viðgerð nú fyrrapartin. Feløgini hei...
13/12/2023

“Undiritaðu feløg hava heitt á løgtingið um at broyta orkuískoyti, sum kemur til 3. viðgerð nú fyrrapartin. Feløgini heita á tinglimir um at hækka orkuískoyti til 12.000 kr ella 1000 kr um mánaðin, og at útgjalda ískoytið loypandi. Eisini vísa feløgini á, at inntøkumørkini fyri, hvør kann søkja og fáa eiga at broytast til eina arbeiðaraløn fyri ein stakan og tvær arbeiðaralønir um talan er um 2 ella fleiri vaksin í húsarhaldinum.”

Fimm stór fakfeløg hava eina staðiliga áheitan á Løgtingið

❗️KNAPT 2900 KR MINNI UM MÁNAÐIN Í 2024❗️Ymiskt er, hvussu skattalættar, stuðulsskipanir og avgjøld raka. Hjá einum stak...
12/12/2023

❗️KNAPT 2900 KR MINNI UM MÁNAÐIN Í 2024❗️

Ymiskt er, hvussu skattalættar, stuðulsskipanir og avgjøld raka. Hjá einum stakum uppihaldara við trimum børnum, sum hevur eina ársinntøku á 240.000 kr ella 20.000 kr um mánaðin verður talan um minus 2863 kr um mánaðin í 2024 mun til nú.

Orsøkin til hetta minus er:
• Hækkaða familjuískoytið á 750 kr fyri hvørt barn um mánaðin fer úr gildi 31. des. 2023 (Lóg um familjuískoyti § 2.d.)
• Hjálparískoyti á 12.000 kr fer úr gildi (Lóg um familjuískoyti § 2.c og § 8 a. stk 3)
• Skattaumleggingin hevur hægri avgjøld við sær á olju, bensin, diesel og tungolju. Hetta sæst aftur í hægri streym-, olju- og diesel og bensinprísi: Í hesum húskinum verður roknað við eini lágari nýtslu og eini samlaðari hækking á 153 kr um mánaðin ella kr 1.836 kr um árið. (Hetta er í samband við orkuavgjøld í skattaumleggingini, og verður galdandi frá 1. jan 2024)

Henda familjan fær í 2024 skattalætta og orkuískoyti:

• Skattalættin gevur einum við inntøku á 240.000/árið 1400 kr um árið ella 116,67 kr um mánaðin (skattaumlegging, uppskot er í løgtinginum og verður hetta eftir ætlan galdandi frá 1. jan 2024)
• Orkuískoyti til inntøkur niðanfyri 300.000 kr á kr 5000 um árið ella 416,67 um mánaðin (ísv skattaumlegging verður orkuískoyti veitt í lógini um familjuískoyti. Hetta er í løgtinginum og verður eftir ætlan galdandi í 2024)

*At kringvarpsgjaldið helst fer at hækka við 13 kr um mánaðin ella 156 kr um árið er ikki tikið við í roknistykkið (uppskot um hægri kvf-gjald hevur verið til hoyringar)

**At egingjaldið á heilivági hækkar 1. jan. 2024 er ikki tikið við í roknistykkið (uppskot er í løgtinginum)

11/12/2023

Tað tykist ikki nerva samgonguna, hvørki landsstýrið ella løgtingslimir, at nógvar familjur eru somikið fíggjarliga sperdar í løtuni, at ráð eru ikki at rinda rokningar, keypa mat ella halda jól fyri børnunum. Allir hjálparfelagsskapir hava víst á, hvussu nógv fleiri hava tørv á hjálp. Í kvøld fingu vit tølini frá Barnabata, sum vísa, at metnógv børn og barnafamiljur mugu fáa jólahjálp.

Politiska skipanin hevur amboð og møguleika at gera nakað við støðuna - (tað skuldu tey longu havt gjørt) - men tey velja at lata vera. Ímeðan vit bíða kunnu Reyði Krossur, Barnabati, Frelsunarherurin o.o. taka um endan.

At støðan er hættislig nú er onki afturímóti, hvat hon verður eftir ársskiftið, tá ið hækkaða familjuískoytið fer úr gildi. Hækkaða familjuískoytið er 750 kr um mánaðin fyri hvørt barn, hjá teimum sum fáa tað. Eisini er hjálparískoytið á 12.000 kr burtur í 2024.

Samtak er kunningaramboð, har fólk eitt nú kunna leita sær vitan um sáttmálar, rættindi sum heild, um

05/12/2023

Adventskapping nr. 2 hjá Føroya Arbeiðarafelag🎁 Luttak her👇

Felagið hjá arbeiðaranum

02/12/2023

HJÁLPARPAKKA NÚ❗️

Tørvur er á einum bráðfeingis hjálparpakka til fíggjarliga sperdar familjur.

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki.

Fleiri hjálparfelagsskapir hava boðað frá, at teir fáa støðugt fleiri umbønir um hjálp, eitt nú Reyði Krossur, Barnabati og Jólahjálpin hjá Frelsunarherinum.

Tí eigur politiska skipanin at seta tiltøk í verk, sigur samskiparin í Samtaki, í Breddanum í gjár.

Adventskapping á síðuni hjá Føroya Arbeiðarafelag👇🎁
30/11/2023

Adventskapping á síðuni hjá Føroya Arbeiðarafelag👇🎁

🎁ADVENTSKAPPING🎁

Sum limur í Samtaki, fært tú eitt Samtakskort, sum gevur avsláttur í hópin av handlum og fyritøkum - og tað legst støðugt aftrat listanum!🤩💰

Sí allan listan her: https://www.fafelag.fo/um-felagid/avslattarskipan-limir-i-samtak

SVARA SPURNINGINUM OG TAGGA EIN VIN, OG TÚ ERT VIÐ Í KAPPINGINI UM EITT GÁVUKORT ÁLJÓÐANDI 500 KR. FRÁ FK🎁

✨Hvussu nógvir handlar eru við í avsláttarskipanini hjá Samtaki?✨

Vinnarin verður funnin mánadagin 4. desember!🎁

--

Tit eru vælkomin at deila, men hetta er ikki ein treyt🤗

Adresse

Stoffalág 17
Tórshavn
100

Telefon

+298 210013

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Samtak sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Samtak:

Del