Hemlið

Hemlið Forlagið Hemlið gevur út klassikararar í heimsbókmentunum. Hemlið hevur higartil givið út 25 bøkur

Forlagið Hemlið varð stovnað á vári 2004 og gav fyrstu bókina út sama ár. Hemlið hevur til endamáls at geva út heimsklassikarar á føroyskum máli.

16/06/2026
Fúrstin eftir Machiavelli útkomin í triðju útgávu á føroyskumKlassikarin Fúrstin eftir Niccolò Machiavelli er nú aftur a...
22/05/2026

Fúrstin eftir Machiavelli útkomin í triðju útgávu á føroyskum

Klassikarin Fúrstin eftir Niccolò Machiavelli er nú aftur at fáa í føroyskari týðing eftir at hava verið útseldur í longri tíð.

Hetta er triðja upplag av bókini, sum fyrstu ferð kom út á føroyskum í 2015.

Bókinina umsetti Eilif Samuelsen til føroyskt, og tað er Forlagið Hemlið, sum gevur hana út.
Fúrstin er ein av viðgitnastu og mest umstríddu bókunum innan politiska heimspeki. Machiavelli skrivar um vald, leiðslu, ótta, trúfesti og hvussu leiðarar varðveita vald í ótryggum tíðum og í roynd og veru er hetta ein lærubók í statsmanskynstri. Hóast bókin varð skrivað í Firenze í 1513, verða hugsanirnar framvegis umrøddar í politikki, leiðslu og samfelagskjaki kring allan heim.

Føroyska útgávan hevur fingið góða móttøku, og áhugin hevur verið so stórur, at tey bæði fyrru uppløgini vórðu skjótt útseld. Nú er bókin aftur á hillunum, so nýggir lesarar kunnu fáa høvi at lesa hetta heimskenda verkið á føroyskum.

Tað er Forlagið Hemlið, sum gevur bókina út. Forlagið gevur út klassikarar í heimsbókmentunum og hevur higartil givið út 25 bøkur.

Bókin kostar 198 kr. og fæst til keyps í bókabúðum og á www.hemlid.fo

Adresse

Kráarvegur 11 FO/100 Tórshavn
Tórshavn
FO-100

Telefon

+298213033

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Hemlið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Hemlið:

Genveje

Del